Nógv bendir nú á, at fyrrverandi sosialdemokratiski fíggjarmálaráðharrin og uttanríkisráðharrin Mogens Lykketoft verður formaður í Fólkatinginum tað næsta valskeiðið. Tað tykist greitt, eftir at Vinstri hevur boðað frá, at flokkurin tekur undir við Lykketoft sum tingformanni.
Formaðurin í tingbólkinum hjá Vinstra, Kristian Jensen, hevur havt fund við Moigens Lykketoft, og aftan á fundin segði hann, at Vinstri góðtekur Lykketoft sum tingformann. Tað bendir á, at bara eitt valevni verður, tá Fólkatingið fer at velja formann.
Í dag hevur Danski Fólkaflokkurin eisini sagt, at hann styðjar Mogens Lykketoft sum tingformann.
Fólkstingsformaðurin fær somu løn sum forsætisráðharrin.










