Lygnir og óndskap sum livibreyð

Við hesum verður sipað til blaðstjóran á Oyggjatíðindum, sum livir av at gera øðrum ilt og knúsa familjur sundur, alt í navni etiska journalistiksins

Rætt er tað, at føroyski blaðheimurin hevur stóran tørv á einum uppruddandi blað, sum ger eitt djúptborandi journalistiskt arbeiði fyri at fáa sannleikan fram. Men ikki er tað slíkt, Dan Klein í áravís hevur gjørt á Oyggjatíðindum. Hann hevur á ótrúliga óndskapsfullan hátt sorlað familjur sundur og gjørt mongum ilt. Hann skrivar til ein ófatuliga óvitandi lesaraskara, sum finnur fragd í at válka sær í hesi óndsinnaðu og lygusomu skriving.

Í mong Harrans ár hevur hesin Dan Klein púra sjúkliga lagt eftir Blákrossheiminum og Bláa Krossi Føroya. Hví, veit eg ikki. Paranoia? Kanska. Í øllum førum reindyrkaður óndskapur móti einum stovni og einum landsfelagsskapi sum virk aá kristiligum støði.

Her verður serliga sipað til grova lyguálopið, sum fylti stóran part av Oyggjatíðindum 14. juni í ár. Eitt álop á so skitnum støði, at blaðstjórin átti at verið koyrdur í Føroya Blaðmannafelag.

Møguliga er tað skeivt av mær at skriva hesar reglur, tí at royna at broyta eina stinkandi kloakk, sum Oyggjatíðindi, er til ónýtis. Kortini fái eg meg ikki at tiga.

Sjálvur havi eg starvast á Blákrossheiminum síðani 1988, so eg kenni alt til mannagongdina har. Har er avgjørt einki, sum ikki tolir dagsins ljós.

Hvat roknskapi okkara viðvíkur, so hevur roknskapurin ongantíð fingið nakra viðmerking, hvørki frá grannskoðarafelagnum ella frá Føroya Landsstýri. Og seinasti roknskapur varð umtalaður sum ruddiligasti roknskapur, grannskoðarafelagið hevði sæð. Slíka umtalu fær ikki ein og hvør stovnur.

Tí er tað meira enn syrgiligt, at Dan Klein hevur funnið sær eina sonevnda »keldu«. Syrgiligt, tí at viðkomandi »kelda« er ein sjúkur persónur. Eg havi sæð ákærur hansara til landsstýrið. Tær eru púra burtur úr vón og viti. Men tað álvarsligasta er tað, at tað er púra greitt, at sonevndu »upplýsingarnar« hevur hann frá starvsfólki/fólkum, sum hava brotið tagnarskyldina og ført pennin hjá hesum sjúka persóni. Brot á tagnarskylduna er sera álvarsligt mál, sum eigur at fáa fylgjur.

Tó, einum hevur »keldan« rætt í. Summi búfólk ella fólk í eftirviðgerð hava helst fingið betri sømdir enn onnur og »Keldan« hjá Dan Klein er helst tann, sum hevur fingið allarbestu sømdir. »Ger Skálkinum gott, hann lønar tær aftur við háð og spott«.

Fyri at eingin misskiljing skal koma í, vil eg leggja dent á, at hesar reglur eru skrivaðar av mær sjálvum, og eg taki alla ábyrgdina. Blákrossheimið hevur einki sum helst við hetta at gera. Eg eri so vanur við at fáa lortabyttur í bløðunum, eg taki tað sum ein heiður, um Dan kemur við eini byttu meira ella minni eftir mær. Eg eri púra immunur. Men rokna ikki við, at eg tími at svara. Og læt so Blákrossheimið og Bláa Korss Føroya fáa frið til at arbeiða við fólki, sum treingja til hjálp. Skuldi blaðstjórin á Oyggjatíðindum trongt til hjálp onkuntíð, skal hann vera vælkomin á Blákrossheimið.


Tórshavn 21.06.2000

Arnbjørn R. Thomsen børn Spíran (útibarnagarðurin)

42 børn Inni á Gøtu 20 børn Býlingahúsið undir Fjalli 20 børn Býlingahúsið á Flat 16 børn afturat á Lítlaskógi 10 børn afturat í barnagarðurin á Argjum.

Tilsamans er hetta 128 børn.

Tá ið tey seks plássini á Velbastað verða løgd afturat, kemur talið upp á 134 nýggj ansingarpláss hesi seinastu fýra árini.

Harafturat eru pláss fyri 250 børn á Frítíðarskúlanum og hann tekur ikki meiri enn hesi somu 250 børnini.

Sostatt eru 384 børn komin upp í skipanina afturat hesi seinastu fýra árini.

Umroknað eru tað 96 børn í miðal um árið hesi seinastu fýra árini.

Í næstum verður harafturat útbygt, so at 100 pláss verða útvegað afturat. Talan er um 60 pláss á einum stovni í Vesturbýnum. Men harafturat skulu tvey býlingshús byggjast út, so at tey fáa tikið 20 børn afturat í part. Tey seinastu av hesum plássunum verða liðug komandi summar.

Men harumframt fara 180 børn úr skipanini eftir summarferiuna, tí tey fara úr skúla. Sostatt fara 280 børn at sleppa í skipanina tað næsta árið.

Í løtuni standa 465 børn á bíðilistanum.

Tá ið tey 280 børnini eru sloppin inn, verða sostatt 185 børn á bíðilistanum, um barnatalið verður tað sama sum nú.

Í 1996 gjørdi Býráðið sær ein málsetning sum segði, at 30 pláss skuldi útvegast um árið í 10 ár, tó soleiðis at økingin støðugt skuldi vera í samsvari við tann tørvin. Sostatt skuldi tørvurin verið nøktaður í 2006.

Men veruligi tølini vísa, at hóast býráðið hevur útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum málsetningurin var, so er bíðilistin vaksin úr 289 børnum, upp 465 børn.

Og tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, verða lidnar næsta summar, er bíðilistin komin niður í 185 børn, um barnatalið verður tað sama, sum nú.

Ein ørsøkin til gongdina er tað stóra talið av tilflytarum. Ein onnur orsøk er, at dagrøktin er sett til 300 børn, men í løtuni klárar skipanin bert 250 børn, tí tað eru ov fáir dagrøktarar. Somuleiðis eru fleiri fólk komin aftur í arbeiðið og hava tí brúk fyri barnaansing.