Lýggjari veður um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI væntar enn at páskaveðrið verður gott, og lovar eitt sindur lýggjari veður um vikuskiftið.

Køld og óstøðug luft streymar yvir oyggjarnar av útnyrðingi og norði. Leygardagin fer eitt brúgvalag yvir Føroyar av útsynningi og nakað mildari luft streymar móti Føroyum av vestri.

 

Seinnapartin í dag verður eitt lot til andøvsgul av norði og útnyrðingi, men í nátt snarar hann eysturum. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum frostmarkið og trý stig, í nátt niður í tvey kuldastig.

 

Langa fríggjadag verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi. Skýggjað og til tíðir regn og hitin millum tvey og fimm stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av suðri og seinni útsynningi. Skýggjað og stundum regn og hitin millum eitt og fimm stig.

 

Leygardagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, men um náttina veksur hann vindin til strúk í vindi. Skýggjað og támut og fyrrapartin stundum regn. Hitin millum trý og átta stig.

 

Páskadag verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri. Skýggjað og turt og hitin millum fimm og átta stig.

 

2. páskadag verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri. Skýggjað og támut og hitin millum fimm og átta stig.

 

Týsdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av vesturætt. Turt og sólarglottar og hitin millum fimm og átta stig.