Lýggjari veður eitt skifti

Køld luft við vetrarælum liggur komandi dagarnar yvir Føroyum. Í næstu viku troka brúgvaløg og lýggjari seg luft seg inn yvir oyggjarnar av vestri, men seinni blæsir aftur kaldari luft inn yvir oyggjarnar av norðri.

Í dag verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, sunnunáttina fyri tað mesta av eystri. Samdrigið og einkult vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

Í morgin verður sum frá líður gul til stívt andøvsgul av landsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og sum dagurin líður ælaveður, møguliga við vátaslettingi. Hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s og tað fer at regna, møguliga vátaslettingur. Hitin um 5 hitastig.

Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s, sum út á dagin snarar í ein útsynning og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og fyrrapartin regn, men út á dagin verður turrari. Um náttina verður lot til andøvsgul av suðri ella ymsum ættum, undir 8 m/s. Turt og eitt bil klárt. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.

Týsdagin verður lot til andøvsgul av útsynningi og vestri, 3 til 8 m/s, út á dagin eitt skifti upp í stívt andøvsgul, um 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum dagurin líður regn ella ælaveður av vestri. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum 1 kuldastig og 2 hitastig.

Mikudagin øtlar hann vindin og verður sum frá líður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, men út á náttina makar hann vindin. Samdrigið og ælaveður, møguliga við vátaslettingi ella kava. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 2, 3 hitastig.

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin alt samdøgrið millum 2 og 5 stig.