Lýggjari seinni í vikuni

Petur Skeel Jacobsen væntar heilt upp í 13 hitastig leygardagin.

 

Seinnapartin í dag verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av norði, yvirhøvur turt og sólglottar, og hitin millum fýra og sjey stig

 

Mikudagin verður eitt fleyr til gul av ymsum ættum, turt og sólglottar, og hitin millum fýra og sjey stig.

 

Kristi himmalferðardag verður eitt lot til andøvsgul av landsynningi og suðri, turt og sólglottar, men mjørkaflókar, og hitin millum átta og ellivu stig.

 

Fríggjadagin verður strúkur í vindi av suðri og regn seinnpartin, leygardagin upp í hvassan vind av útsynningi og ælingur, men onkur sólglotti. Hitin millum níggju og 13 stig.