Lyftir ov trongar til koyristólar

Síðan skúlagongdin á Glasi byrjaði fyrr í ár, hevur nógv tos verið um umstøðurnar á skúlanum, bæði rós og rís.

"Tað ber væl til at bøta umstøðurnar", sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD.

Síðan skúlagongdin á Glasi byrjaði fyrr í ár, hevur nógv tos verið um umstøðurnar á skúlanum, bæði rós og rís. 

Næmingar á skúlanum nevna ymiskt, sum er gott, men sum eisini kann gerast betur, eitt nú modernaða innrættingin á skúlanum og brandhurðarnar, ið eru sera tungar at opna. Modernaða innrættingin sær smart út, og pyntar um útsjóndina á skúlanum. Men næmingar vilja verða við, at trupult er at fylgja við í tímunum orsaka av innrættingini, ið ikki skal broytast. Summir næmingar nevna ov høg borð og plásstrot o. s. fr.

 

 

Og so eru tað brandhurðarnar, ið eftir ráðum frá MEGD burdu staði opnar, tí tær eru ov tungar at opna, og at tað longu er trupult at koma út um eitt nú brandvenjing er, tí tað eru bert 4 lyftur. Til dømis um ein næmingur sum hevur tørv á lyftu skal út, og er á ovaru hæddunum er serliga trupult at koma út í skundisligari tíð orsaka av plásstroti í lyftunum. Leggjast kann tó afturat at lyfturnar eru "brandmans" lyftur, ið eru einastu av sínum slag í Føroyum enn, og tí kunna brúkast hóast eldur ella brandvenjing er.

Skúlin er flottur, bæði innan sum uttan, men nøktar hann tørvin hjá teimum, ið hava serligan tørv? 

 

Vit hava prátað við Tóru við Keldu, forðkvinnu í MEGD, meginfelagið við 24 limafeløgum á brekøkinum, um viðurskiftini á Glasi. Hon vildi leggja dent á, at Glasir er ein nýggjur skúli og er enn á einum byrjunarstøði, og at tað tískil er umráðandi at hava í huga, at skúlin er í menning. 

MEGD var á Glasir í síðstu viku fyri at hyggja at atkomu viðurskiftunum á skúlanum. Vart er gjørt við, at hurðarnar út til lyftirnar eru ov tungar. Her varð sagt, at hesar eiga at standa opnar, so lætt er at koma til lyftirnar. 

Tóra við Keldu vil vera við, at av tí at skúlin er so nýggjur, ber tað væl til at betra um umstøðurnar. Hon sigur at vónandi verður nógv orka løgd í , at ein so nýggjur og glæsiligur skúli verður fyridømi, tá ið hugsað verður um atkomu fyri øll.

 

Stóri spurningurin sum so vantar er, um avgerðin at byrja skúlagongdina á Glasir í ár var tikin ov bráðliga? Ella um tað kann síggjast sum ein møguleiki, har skúlin kann mennast og betrast meðan hann enn er í gerð.