Lyftarar vunnu bronsu í spanskari kapping

Farna vikuskifti vóru heili fimm lyftarar úttiknir at kappast til liðkapping í Spania.

Okkara lyftarar; Maibrit Reynheim Petersen, Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, Leif á Bøgarði, og Sofus Bech kappaðust aftur undir sama felag, AK Atlas. Uppsetanin av liðinum vóru hesir somu føroysku lyftararnir og Bora Batur, ein danskur vektlyftari í 109kg bólkinum. Hendan kappingin snúði seg eisini um at samla stig við at lyfta flest kilo upp um høvd. Úrslitið verður uppgjørt eftir fýra teimum bestu íðkarunum í felagnum. Tó skal liðið altíð vera uppgjørt av báðum kynum. Teir 4 lyftararnir sum kláraðu seg best, og megnaðu at vinna bronsuheiðursmerki vóru; Maibrit Reynheim Petersen, Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, og Leif á Bøgarði.

Úrslitini hjá lyftarinum vóru hesi:

Maibrit Reynheim Petersen

Trekk: 76/79/82x

Stoyt: 95/99/101x

Samlað: 178kg

 

Niels Áki Mørk

Trekk: 90/95/100x

Stoyt: 105/111/117

 

Pól Hendrikur Andreasen

Trekk: 90/94/96x

Stoyt: 113/119/122x

Samlað: 213kg

 

Leif á Bøgarði

Trekk: 102/107x/107x

Stoyt: 133/138x/143x

Samlað: 235kg

 

Sofus Bech

Trekk: 105x/105/109

Stoyt: 133/138/142x

Samlað: 247kg

 

Oman á tað flottabrosu heiðursmerkið, sum liðið vann, so var tað eisini onnur mál uppá spæl. Niels Áki Mørk, sum longu hevur megnað kravið til tað norðurlendska meistaraheitið í 2023, kappaðist við tí í huga at seta nýggj føroysk met í -67kg vektbólkinum. Hetta megnaði hann sanniliga. Royndin á 117kg í stoyt og tað samlaða úrslitið á 212kg vóru bæði tvey føroysk met.

Pól Hendrikur Andreasen hevði sum mál at lyfta 213kg í tí samlaða úrslitinum fyri at megna kravið til tað norðurlendska meistaraheitið í Landskrona í oktobur mánaði í ár. Pól megnaði 213kg til ta seinnu royndina í stoyt røðini.

Leif á Bøgarði hevði sama hugskot sum Pól, at megna kravið til tað norðurlendska meistaraheitið, men megnaði akkurát ikki at lyfta 143kg í stoyt, sum annars hevði verið nokk.

Maibrit er úttikin til tað norðurlendska meistaraheitið og kappaðist fyri at betra síni egnu føroysku met, tó miseydnaðist hetta, hóast hennara úrslit enn vóru alneyðug fyri liðkappingina.

Sofus er eitt vet frá og skal leggja nøkur fá kilo á sítt samlaða úrslit, og var hendan kappingin ein har hann kundi betra síni lyft.

Venjari til kappingina av eingin annar enn Frank Petersen. Frank er stinnur venjari í vektlyfting og er venjari hjá summum av lyftarinum í Stoyt. Tá ið tað verður lyft uttanlands er Frank ein avgerandi kraft til tey úrslitini sum vera lyft.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##