Lydia og Gull-Britt í Ribarhús

Fra 10. desember og mánaðan út, hava klaksvíkskvinnurnar Gull-Britt Hansen og Lydia Petersen framsýning í Gallarí Ribarhús.

Tær hava báðar málað í mong ár og verið við til nógvar framsýningar saman við øðrum, eisini hava tær haft sjálvstøðugar framsýningar. Í november vóru tær fyrstu ferð saman um eina framsýning í Smiðjuni Lítluvík.


Gull-Britt og Lydia eru sera ymiskar,Gull-Britt málar landsløg og hugnaligar fólkalívsmyndir, meðan Lydia málar litríkar hálvabstrakar myndir.

Framsýningin er opin mánd.-fríggjad. kl. 15-17.30 og leygard. kl. 11-13.