Lydia í Tilhaldinum á ólavsøku

Á ólavsøku sýnir Lydia Petersen úr Klaksvík málningar fram í Tilhaldinum í Tórgøtu

 

Á ólavsøku sýnir Lydia Petersen úr Klaksvík málningar fram í Tilhaldinum í Tórgøtu.Við á framsýningini eru 25 akryl málningar, sum flest allir eru frá hesum árinum.


Lydia Petersen hevur málað í mong ár við støðugari broyting frá tí nauturalistiska til tað meiri abstrakta. Og nú málar hon tað einfalda, stuttliga og skeiva í sterkum og bjørtum litum, sum altíð hevur sermerkt hennara list.


Framsýningin er opin fram til mikudagin - allar dagar fra 16 til 19.30.