Hví man tað vera so? Hví eru fólkafloksmenn so glaðir fyri at samstarva við Tjóðveldisflokkin? Áttu Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ikki at verið idealogist á hvør sínum spori?
Jú! Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vóru einaferð tveir ólíkir flokkar. Fólkaflokkurin høgrasinnaður, við nøkrum limum, ið vildu meiri á sjálvstýrisleið, menn, sum tó svermaðu mest fyri høgrapolitikki floksins. Ímeðan Tjóðveldisflokkurin var ein vinstraorienteraður flokkur, sum vildi væl meir á sjálvstýrisleið, enn flest aðrir flokkar.
Tjóðveldisflokkurin er broyttur, so tað passar høgraorienterðaða Fólkaflokkinum sum fótur í hosu. Frá at vera ein vinstraorienterðaður loysingarflokkur, er Tjóðveldisflokkurin blivin ein loysingarflokkur burtur av. Einasta mál floksins er at fáa ríkisfelagsskapin Danmarkar og Føroya ímillum upploystan, ongantíð ov skjótt.
Hetta er tað, sum hóvar tí nógv minni loysingarsinnaða Fólkaflokkinum so væl. Samstarvið millum hesar flokkar merkir, at sjálvstýrismálið koyrir við eini ferð, sum hóvar Fólkaflokkinum, meðan tann minni hóvligi Tjóðveldisflokkurin, orsakað av alt ov lítlari undirtøku frá fólkinum fyri sínum víðgongdu ætlaðum, berjist við pannuni ímóti múrinum.
Fólkafloksmenn hava verið snildir. Meðan henda støðan hevur staðið uppá, hava hørgraekstremistar sum hr. Djúrholm, Breckmann, Petersen og seinni Niclasen hóreiggja sær, og lættliga fingið sjónarmið síni um tildømis privatiseringar av almennum ognum og 10 ára skiftistíð fyri fiskiloyvi á dagsskrá, eins og teir hava steðgað solialdemokratisku ætlaðunum við samhaldsfesti føroyinga.
Jóhann Mortensen, sigur í viðmerking, at einasta rætta hjá føroyskum ungdómi at gera, er at velja ein moderniseraðan Tjóðveldisflokk við Høgna Hoydal á Fólkating.
Góðu Føroyingar, ung eins og gomul, at velja Fólkaflokkin ella Tjóðveldisflokkin, sum hann nú er vorðin, er eitt og tað sama, nevniliga at styðja Fólkaflokshugsjónir. Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokkurin er ein úlvur í seyðaskinni.
Í hugaheimi mínum síggi eg ein Tjóðveldisflokk, ið líkist meiri tí gamla, ein flokk, sum saman við Javnaðarflokkinum kann taka skilagóð stig á sjálvstýrisleið, men sum eisini kann arbeiða fyri vælferð føroyinga. Eg tori bara ikki at trúgva hesum, og ætli aftur hesuferð at velja Javnaðarflokkin.
Gott val!