Eftir at hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn og er útihýstur á Posthúsinum, hevur Álvur Danielsen nú gjørt av, at siga seg frá sum formann í Føroya Filatelistfelag Álvur Danielsen er vorðin ímyndin av uppsøgdu postboðunum. Hann hevur eisini verið formaður í Føroya Filatelistfelag, men viðurskiftini gera, at hann kennir seg í einari tvístøðu. Og tí hevur Álvur Danielsen nú gjørt av at siga seg frá sum formann í felagnum.
Álvur sigur í einari almennari fráboðan:
»Eg fari hervið at boða frá, at eg leggi frá mær sum formaður í Føroya Filatelistfelag.
Hóast uppsøgn frá Postverki Føroya havi eg ?varðveitt? lyklarnar til húsið á Óðinshædd. Hetta helst tí, at eg eri formaður í Føroya Filatelistfelag og havi havt hesa ábyrgd at lata upp dyrnar til fundir felagsins.
At varðveita hesa ábyrgd setur meg í tvístøðu; tí eg í ørindum fyri felagið eisini havi atgongd til alt húsið - og hesum kan eg ikki liva við, tá eg tá reelt kann verða lagdur undir bæði eitt og annað. Serliga í tí støðu sum eg eri í, har eg ikki kenni uppsagnargrundirnar hjá mær.
Nevndin er ikki samd um, at boða leiðsluni hjá Postverk Føroya frá, at vit ?flyta út? úr húsinum sum felag og tískil leggi eg frá mær sum formaður.«
Álvur Danielsen leggur aftrat, at hann skjótast gjørligt fer at lata lyklarnar frá sær.