Ein afghanskur embætismaður, sum er ákærdur fyri grovt svik, er sloppin úr fongslinum, og sambært amerikanska blaðnum Washington Post var tað forsetin, Hamid Karzai, sum gav boð um, at maðurin skuldi latast leysur.
Sambært ákæruvaldinum hava samstarvsmenn hjá forsetanum fingið pengar frá embætismanninum, sum eisini skuldsettur fyri at hava havt samband við Taliban.
Washington Post skrivar, at eftir øllum at døma legði forsetin seg út í málið, tá ákæruvaldið fór undir at kanna viðurskiftini hjá embætismonnum, sum arbeiða á forsetaborgini.
Fíggjarligt svik hevur verið vanligt í teirri ovastu umsitingini í Afghanistan, men Vesturheimurin hevur lagt stórt trýst á Hamid Karzai fyri at fáa hann at steðga tí.