Ein maður varð í Føroya rætti í gjár varðhaldsfongslaður fram til 26. juli.
Rætturin varð hildin fyri dupultafturlatnum hurðum, og tí fæst ikki so frætt at vita, hvat maðurin er skuldsettur fyri.
Politiið vil ikki upplýsa meira um málið, sum tykist vera sera álvarsligt.
Portalurin skilir, at málið hvørki snýr seg um harðskap ella siðamisbrot