Seinnapartin í dag hevur eitt ferðsluóhapp verið innan fyri Breiðá við Fuglafjørð, og trý fólk eru flutt á sjúkrahús. Tá Portalurin var í samband við løgregluna fyri løtu síðan, høvdu tey ikki stundir at tosa, og sum skilst, hevur rættiligur telefonstormur verið á støðini.
Portalurin skilir, at ein bilur farin út av vegnum, og trý fólk eru flutt á sjúkrahús.
Fleiri hava vent sær til Portalin seinasta hálvan annan tíman, men tíverri hevur enn ikki eydnast okkum at fáa neyvari greiði á, hvat er hent, og hvussu álvarsamt ferðsluóhappið er.
Portalurin fer at venda aftur til ferðsluóhappið, tá løgreglan veit neyvari at siga.










