Fyri stuttum vórðu tvey fólk løgd á sjúkrahús við lívshóttandi sjúkuni, botulismu. Alt bendir á, at fólkini fingu botulismu eftir at hava etið skerpikjøt Í tíðindaskrivi siga Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Landslæknin, at líkt er til, at orsøkin til at botulisma kom í kjøtið, var at tað ikki varð hongt beinleiðis út í kjallin eftir fletting, men hevur hingið ov heitt teir fyrstu dagarnar..
Harumframt var kjøtið - eins og vanligt í Føroyum - flett undir óløggildum umstøðum.
Sjúkueyðkennini hjá hesum báðum fólkunum vóru leyst lív, spýggja og byrjandi lammilsi í hálsi/eygum; (turran háls, trupulleikar at tosa og dupultsjón, trupulleikar at fokusera). Hesi fólk koma nú spakuliga fyri seg. Sjúkutekinini vóru í hesum førum ikki so umfatandi, at mótevni var neyðugt.
Illgruni var festur á turt kjøt, sum bæði høvdu etið av. Ein roynd av kjøtinum varð send til
kanningar á Veterinerinstituttinum í Danmark, og fyrst í vikuni komu boð um, at eiturevni
frá Clostridium botulinum typa B var staðfest í kjøtinum.
Botulismueiturið stavar frá bakteriuni Clostridium botulinum typa B. Henda typan finst víða
um í náttúruni, so sum í mold, dusti, skarni o.s.fr. Summi sløg av hesi typuni kunnu vaksa
við 3,3 hitastigum Celsius.
Tvinni óheppin viðurskifti skulu vera tilstaðar, um slíkt skal lata seg gera. Í fyrra lagi
at kjøtið er dálkað við Clostridium botulinum bakteriuni, og í øðrum lagi at bakterian hevur
havt møguleika at nørst og framleitt eiturevni.
Hóast føroyingar eta nógv turt kjøt, verða botulimsutilburðir sjáldan staðfestir.
Botulisma er sera álvasom og lívshættislig sjúka. Seinastu 20 árini eru 7 fólk vorðin sjúk av
botulismu. Tvey av hesum doyðu, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Hon leggur afturat, at tað er umráðandi at fólk við hesum sjúkuteknum, koma undir læknahond skjótast gjørligt.
Heilsufrøðiliga starvsstovan og landslæknin hava í fleiri ár mint fólk á, hvussu kjøt eigur
at hagreiðast. Upplýsingar um tað eru á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum er www.hfs.fo