- Um tit skøkjuungar vilja hava mannin, mugu tit koma eftir honum, varð sagt, tá ringt varð til svenska journalistin úr Svøríki. Tá stjórin á svensku ríkiskanaluni SVT ringdi til tíðindamann sín í Egyptalandi, svaraði ein arabisk rødd telefonini og segði, at journalisturin var tikin til fanga.
Síðan varð samrøðan avbrotin.
Nú skrivar SVT, at journalisturin, Bert Sundstrøm, liggur álvarsliga skaddur á einum sjúkrahúsi í Kairo. Hann er stungin í búkin.
- Vit hava júst fingið at vita, at Bert er á sjúkrahúsi. Hann er álvarsliga skaddur, men støðan er stabil, sigur Ingrid Thørnqvist hjá SVT við Aftonbladet.
Bert Sundstrøm fylgdi gongdini og mótmælistiltøkunum í Kairo fyri ríkiskanaluna SVT.
Tá roynt varð at finna journalistin, svaraði ein rødd, at maðurin er fangi hjá egyptisku stjórnini ? hjá herinum.
- Um tit skøkjuungar vilja hava mannin, mugu tit koma eftir honum, varð sagt í hinum endanum.
Sum skilst, er Bert Sundstrøm ein av profilunum hjá SVT.