Læknaneyð
? Um nøkur heilt fá ár kemur Suðuroyggin í eina álvarsliga læknakreppu.
Tað fingu løgtingsmenn at vita, tá ið teir vóru á ferð í Suðuroy í farnu viku.
Á ferðini fóru teir fyrst yvir á Suðuroyar Sjúkrahús, har Ronnie Midjord, umsjónarmaður á sjúkrahúsnum og tveir av læknunum, Knud Steinø, yvirlækni og Karl Johan Fossá, komunulækni greiddu teimum frá viðurskiftunum á Suðuroyar Sjúkrahúsi og heilsustøðuni í Suðuroynni annars.
Og teir duldu ikki fyri, at størsti trupulleikin á hesum økinum í Suðuroynni, er, at tað er so ómetaliga trupult at fáa læknar í oynna, bæði kommunulæknar og læknar til sjúkrahúsið.
Læknarnir søgdu, at heilsustøðan hjá Suðuroyingum er líka góð, sum hjá føroyingum annars.
? Okkara størsti trupulleiki er at fáa læknar í oynna og um fýra ella fimm ár koma vit í eina stóra læknakreppu, segði Knud Steinø, yvirlækni.
Neyðugt við tilbúgving
Hann segði, at Sjúkrahúsið var sloppið so nøkunlunda undan sparingum, uttan í fjør og hann var ógvuliga spentur uppá uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár, sum skuldi leggjast fyri tingið í gjár.
? Tað tykist sum um tað ikki eru øll, sum skilja, at á einum lítlum sjúkrahúsi kostar tað at hava eina skipaða tilbúgving til reiðar, tí tað eru útreiðslur, sum ikki kunnu rørast.
Hann vísti á, at eisini í Danmark verður tosað um at leggja sjúkrahús niður, men í Føroym er støðan júst tann øvugta av tí, hon er í Danmark.
?Í Danmark eru tað akuttar móttøkudeildir, ið verða niðurlagdar. Á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru tað júst tað manningin, ið skal veita bráneyðuga hjálp, ið størsti tørvurin er á.
?Standa vit við einum sjúklingi, har stað stendur um lív ella heilsu, nyttar tað onki at vit næsta ár fáa ein Smyril, ið siglur eitt sindur skjótari enn hesin, tí Landssjúkrahúsið er akkurát líka langt burturi fyri tað og tí er tað so neyðugt við einari tilbúgving í Suðuroy, sum kann veita bráneyðuga viðgerð.
Skal vera meiri lokkandi
Sjálvur hevur Steinø verið lækni á Sjúkrahúsinum í 20 ár.
?Ein part av tíðini hava vit verið so væl fyri, at vit hava verið tveir yvirlæknar. Men tað mesta av tíðini, hevur hin yvirlæknin verið leysur vikarur.
Sostatt hevur Steinø verið einasti fasti yvirlækni í langa tíð og tá ið hann fer frá um eini fýra, fimm ár, er vandi fyri beinleiðis læknakreppu á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Hann visti ikki, hvat kann gerast fyri at bøta um viðurskiftini.
Men hann segði, at okkurt bendi á, at lønin, sum ein lækni í Suðuroy fekk, var ikki serliga lokkandi.
? Læknatrot er ein trupulleiki, sum eisini onnur kenna til. Summastaðni í Noregi hava tey roynt at lokka læknar til við at bjóða teimum hægri løn og skattafyrimunir. Men tað ber ikki til, tí Suðuroyar Sjúkrahús kann ikki bjóða læknunum annað enn sáttmálasettu lønina.
Tað kann eisini vera, at tað fakliga ikki er nóg avbjóðandi, men tað ber til at seta tiltøk í verk fyri at gera tað meiri lokkandi. Eitt nú er skipan sett í verk, so at Suðuroyar Sjúkrahús hevur álinjusamband við hjartalæknan á Landssjúkrahúsinum, so at hann alla tíðina kann fylgja við einum hjartasjúklingi á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Eitt annað tiltak kundi verið at talgilda røntgenkanningarnar, so at sjúkrahúsið í Suðuroy kundi tikið røntgenmyndir og sent tær beinleiðis til ein serlækna- kanska heim til hansara, tá ið hetta er um náttina, og so kann hann beinanvegin geva uppskot um viðgerð.
Upplýst varð, at tað kostar 10 milliónir at talgilda røntgenkanningarnar á øllum teimum trimum sjúkrahúsunum.
Tvíhalda um sjúklingar
Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vísti á, at skal fólk støðast á bygd, er tað neyðugt at tað eru størv úti á bygd til útbúgvin fólk.
?Læknar og onnur við góðum útbúgvingum eru ofta gift við fólki, sum eisini hava góðar útbúgvingar. Og tað nyttar ikki at arbeiði bara er til annan hjúnafelaga n og tí er neyðugt at skipa størv úti um landið til vælútbúgin fólk, so at bæði hjúnini kunnu fáa arbeiði, segði Kristian Magnussen.
Karl Leo Johannsen spurdi, hví tað er so trupult at sjúklingar av Landssjúkrahúsinum til Suðuroyar at fáa viðgerð, tá ið bíðilistarnir eru so langir í Havn.
?Hetta verður gjørt í lítlan mun og á Suðuroyar Sjúkrahúsi er onki, sum forðar hesum, upplýsti fyristøðumaðurin á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Men samstundis varð upplýst, at tað vísir seg at vera trupult hjá Sjúkrahúsum at sleppa sjúklingunum, tí nógvir sjúklingar geva góð hagtøl og góð hagtøl geva hægri játtan.....
Sum tað sæst á grein aðrastaðni í blaðnum, er støðan ikki mætari hvat kommunulæknum viðvíkur.