Álvarsamir skaðar á norsku kirkjunum

Eitt stórt tal av norsku kirkjunum hava sera álvarsamar skaðar og rættiliga stórar manglar, vísir ein nýggj kanning.

Ringast stendur til við teimum elstu kirkjunum og hjá teimum, ið mest neyðugt er at varðveita. Íalt eru 1600 kirkjur kannaðar.

Av hesum kirkjunum eru nærum 1000 teirra friðaðar ella verdar at varðveita. Kanningin avdúkar, at nærum fjórða hvør hevur ikki verju ímóti torusláttri, og at fjórða hvør hevði álvarsom brek í el-veitingini.

Umframt hetta vísir kanningin, at uttanfyri stendur heldur ikki ov væl til: Torn, tøk, veggir og fundament treingja til stórar ábøtur og umvælingar. Ein sløk helvt hevur stórar manglar á útveggunum.

Orsøkin til hesar stóru og álvarsomu manglarnar er vantandi viðlíkahalds- og menningararbeiði í mong ár.