Álvaratos CHE(D) hvat hugsa tit fyri tykkum ??

Nú hava tit hildið Føroya fólk fyri spott í gott 7 mánaðir - tað mátti verið nokk, men so er ikki

Hóast Tobbi meldadi hart út m.a. í beinleidis sending í sjónvarpinum, at hann fór frá um hann ikki fekk sín politikk og sína skerjing ígjøgnum á fiskivinnuøkinum, - so bakkaði hann aftur hesaferð.

Ikki tí – eg hevði ikki væntað annað tað er honum so líkt , - ein stórur orðavavstur, - retorikkur á høgum støði við gullkornum frá Decartes, Sokrates og øðrum góðum monnum, men so er eisini alt sagt.

Tjóðveldi og Høgni formaður, hevur sínt í verki, at teir eru ikki til at líta á hvørki í orð ella gerningi - bert tos, hóttanir og ørvitisuppskot sum verða tveitt fyri Løgtingið – tað hava vit sæ seinastu vikurnar og nú kom so prikkurin yvir i’ið - blokkurin skal skerjast nú vid 117 milliónum sambært Karsten Hansen fyrrv. Tjóðveldistingmanni.

Karsten Hansen fíggjarmálarádharri ger greitt at hann leggur blokkniðurskurðin fyri landsstýrisfund i komandi viku.

Her á verða okkurt álvarsliga sligið klikk fyri samgongu og hjálparflokki teirra.

Samgongan og hjálparflokkruin mugu hava mist alt sum eitur jørðforbindilsi og sær tað ikki út til at teir vita hvat rørir seg í samfelagnum - tað er harmiligt og vandamikið fyri samfelag okkara.

 

Vit hava trupulleikar, innan fiskivinnuna og merkir tað alt annað líka, minni inntøkur á øllum frontum - eisini til landskassan.

Tey eldru fáa ikki endarnar at røkka saman orskað av høgum olju – og matvøruprísum

Ungu familjurnar fáa neyvan heldur endarnar at røkka saman orsaka av hækkadu oljuprísunum, matvøruprísum og rentuhækkingum.

 

Javnaðarflokkurin - hvat í allari víðu verð hugsar hann fyri sær?

Tað sær ikki út til at verða gingið upp fyri teimum enn - at tey eru vit at avreiða flokkin og restina av javnaðarpolitikkinum fyri ein løgmannsess?

Meðan framhald av Sirkus Tinganes sær út til at halda áfram – bíða vit í spenningi upp á at næsta politiska sjálvmorðsuppskot frá samgonguni - blokkniðurskurðurin verður settur á dagskrá.