Tað var sjálvverja, tá 66 ára gamal danin Mourits Troldtoft 16. apríl í fjør drap ein úlv í einari mark í Jútlandi. Tað er í hvørt fall hansara frágreiðing, nú hann á fyrsta sinni tosar alment um hendingina, ið vakti ans í Danmark.
Hendingin hendi í kjalarvørrinum av einum longum og drúgvum kjaki, um tað skal vera loyvt at drepa úlvar í Danmark. Kjakið var aktuelt tí fyri fyrstu ferð í yvir 200 hundrað ár hevði eitt úlvapar lagt ungar í Danmark. Og hóast tað skapti ótryggleika hjá fólkum, ið búðu í nánd, so er úlvur undir verandi lóg eitt friða djór og kann bara drepast, um talan er um støðu har djórið er ein hóttan móti menniskjum.
Í samrøðu við TV2 greiðir Mourits Troldtoft frá, at ein dagin ringdi sonurin til hansara og segði, at hann hevði trupulleikar við traktorinum og bað um hjálp. Samstundis upplýsti hann, at úlvurin rann nærhendis traktorinum.
Vegna heilsutrupulleikar, ið gera at hann ikki megnar at ganga meira enn 30 metrar at gangin, áðrenn hann má taka ein steðg, valdi hann at taka rifluna við sær. Hetta tí hann metti seg ikki føran fyri at taka til rýmingar, um úlvurin fór at elta hann.
- Eg hugsaði við mær sjálvum, at eg vildi heldur doyggja ein natúrligan deyða enn at blíva etin av einum úlvi, sigur hann við TV2.
Tá hann hevði verið úti hjá sonum, var komin aftur í bilin og gjørdi klárt at fara avstað, legði hann merki til, at úlvurin als ikki var bangin fyri traktorinum, men var nú á veg móti soninum, ið sat í traktorinum.
- Hann var aftur á veg móti soninum og tað var eg ikki tryggur við, greiðir hann frá og leggur aftrat, at tá tók hann avgerðina.
- Eg løddi rifluna við nøkrum patrónum og segði, at nú mátti hetta fáa ein enda.
Síðan siktaði hann eftir úlvinum, trýsti tríggjar ferðir á útloysaran og rakti úlvin. Lítið visti hann tá hvørjar fylgir drápið av friðaða djórinum fekk. Ein persónur hevði tikið alla hendinga upp á sjónband og stutt eftir var drápið at síggja í øllum donskum miðlum.
Í samrøðuni við TV2 greiðir hann frá, at ótti hevði ein stóran leiklut í avgerðini at skjóta úlvin.
- Tað er ikki rímiligt, at vit skulu vera stúrin hvørja ferð við fara út, tí vit eru bangin fyri at møta einum slíkum lúshundi. Hann hevur gingið her í havanum og eg gangi í myrkri millum bygningarnar, tí eg skal oman at hyggja eftir hálmovninum, sigur hann og leggur afturat.
- Man veit aldrin nær hann er har. Tað kann gott vera, at hann ikki etur meg, men tað kann altso gott vera, at hann ger tað. Tann óvissan er absolutt ikki stuttlig at liva við, sigur Mourits Troldtoft.