Eirikur Lindenskov
Jákup Jacobsen og Jens Pauli Dahl hava líkasum spesialiserað seg í at keypa heim bilar úr USA, og higartil hava teir selt einar 15-20 bilar.
? Eg haldi, at vit hava gjørt enda á mytuni um, at tað er so dýrt at keypa bilar úr USA. Sjálvsagt er tað dýrt, um vit tosa um vanligar smáar bilar, men vilt tú hava nakað serligt, ella rættuligt luxus, so er tað bíligar úr USA, sigur Jákup Jacobsen, sum vísir á, at fyri 2-300.000 krónur fært tú ein rættuligan luxuslinara, sum hevði kostað nógv meira, um talan var um ein japanara ella týskara. Vit tosa um bilar, har alt er leður, alt sum hugsast kann í bilinum kann stillast inn júst til tín, um bilar við motorum við upp til 360 hk, o. s. fr.
Autotrade hevur samband við tvær bilasølur ymsastaðni í USA, sum einki samband hava hvør við aðra.
? Á tann hátt fáa vit heintað tilboð úr tveimum støðum, og tá eru váttaðir fakturar við, so prísurin er væl dokumenteraður, sigur Jákup Jacobsen.
Umframt nýggjar bilar, so hava teir á Autotrade eisini fingið fyrispurningar um at útvega gamlar klassiskar og rættulig ellisakfør. Eitt nú eru teir í ferð við at fáa prísir upp á ein Corvette frá 1957, sum teir vænta at fáa fyri eitt stað millum 160 og 210.000 krónur.
Annars eru flestu fyrispurningar upp á bilar til 7 persónar og pick-up?ar.