Luxembourg á skránni í kvøld

Føroyska manslandsliðið í fótbólti skal í kvøld spæla ein venjingardyst ímóti Luxembourg. Dysturin byrjar klokkan 19.00 og verður leiktur á Stade Alphonse Theis í Luxembourg

Í undankappingini til HM2002 vóru Føroyar í bólki við Luxembourg og tað bleiv til tveir minniligar sigrar. Kanska ikki so nógv fyri stigini, men heldur fyri umstøðurnar og óhepnar hendingar.

Fyrri dysturin var í Luxembourg tann 24. mars í 2001. Við Toda Jónsson sum liðskipara vónaðu føroyingar, at vit kundu vinna á smátjóðini, eins og vit eitt nú gjørdu ímóti San Marino og Malta árini frammanundan. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki mátti Todi Jónsson lata seg útskifta vegna skaða og boðaði eftir dystin frá, at hann gavst á landsliðnum. Inn í hansara stað kom Christian Høgni Jacobsen og hann gjørdist dagsins maður. Fyrst legði hann Føroyar á odda 1-0 eitt korter fyri tíð. Løtu seinni legði hann upp til Kurt Mørkøre, ið skoraði til endaliga úrslitið 2-0.

Í oysandi regni tann 1. september í 2002 tóku Føroyar ímóti Luxembourg á Svangaskarði í einum dystin, sum ikki skuldi verðið spældur. Vøllurin var líka nógv ein svimjihylur og runudýki sum ein fótbóltsvøllur. Føroyar vóru leikliga oman á í vatnpolo dystinum og fimm minuttir fyri tíð tryggjaði John Petersen brotsspark til Føroyar. B36 leikarin, Jens Kristian Hansen, skoraði trygt uppá brotssparkið til stóra gleði fyri dýggjvátu áskoðararnar, ið sótu á Svangaskarði.