Hepni vinnarin gjørdist Óluva Zachariasen á Eiði, sum hevði seðil nr. 5126.
Tað eru nokk fleiri, sum hava lagt til merkis, at leikarar og venjarar hjá EB/Streymi koyra í bilum frá Norðbil. Birgir Dam Jacobsen frá Norðbil sigur, at ein orsøk til at hann stuðlar EB/Streymi er, at hann er giftur inn í eina familju í Streymnesi, har øll er EB/Streyma fjepparar.
Ítróttarfelagið EB/Streymur takkar øllum, sum hava stuðlað felagnum við at keypa lutaseðlar.