Óluva á ting fyri Heidi

Hesa vikuna kemur Óluva Klettskarð at sita á Løgtingi fyri Heidi Petersen í tingbólkinum hjá Tjóðveldi Enn fleiri nýggj andlit eru nú á tingi, tí hesa vikuna loysir Óluva Klettskarð Heidi Petersen av.

Nýggjasta tingkvinnan er 42 ár og ættað úr Haraldssundi. Óluva Klettskarð er útbúgvin cand. mag. í føroyskum og søgu og arbeiðir sum studentaskúlalærari á Studentaskúlanum og HF-skeiðinum á Kambsdali og á HF-skeiðinum í Klaksvík.

11. mars kom Olaf í Garði av Eiði á ting, meðan Annita á Fríðriksmørk er í barnsburðarfarloyvi. Olaf í Garði er 48 ár, útbúgvin maskinmeistari og starvast annars hjá SEV.

Meðan Annita á Fríðriksmørk er í barnsburðarfarloyvi, er Bergtóra Høgnadóttir Joensen formaður í tingbólkinum hjá Tjóðveldi.