Óluva Mohr: KÍF reisti seg leikliga í dag

(Rás2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Óluvu Mohr hjá KÍF aftaná seinnu FM-finaluna

Kvinnurnar hjá Fleyr eru greipavinnarar. Í dag fingu tær FM-heitið í hús aftaná ein 3-0 sigur á KÍF. Fyrra FM-finalan endaði eisini 3-0 til Fleyr, men í dag gav KÍF Fleyr ein skarpan gang í fyrsta og øðrum setti. Í triðja setti var Fleyr tó greitt betri. Fleyr vann settini 25-20, 25-23 og 25-11.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Óluvu Mohr hjá KÍF.

 

Hóast tað aftur gjørdist talan um eitt 0-3 tap í seinnu FM-finaluni, so er Óluva Mohr fyri ein stóran part leikliga væl nøgd.

 

Óluva Mohr heldur, at í fyrsta og øðrum setti prógvaði KÍF, at tær duga væl at spæla flogbólt, men samlað gjørdist talan um eitt samlað tap ímóti liðnum, sum er greitt tað besta liðið í kappingini í ár.

 

Samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við spælarar hjá Fleyr og Kristian Mikkelsen, venjara umframt steypahandanin hoyrist HER

 

Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen tá avgerandi bóltarnir fóru í gólvið í teimum trimum settunum, og samanumtøkan hjá viðmerkjaranum, Sofíu Purkhús hoyrast HER