Vísandi til tað umtalu, ið hevur verið um luttøku til føroyameistarakappingina í svimjing av føroyiskum svimjarum, ið búgva uttanlands, skal Svimjisamband Føroya við hesum boða frá, at reglugerðin um at flyta millum feløg í norðanlondum ikki er sett í gildi í Føroyum.
Svimjifeløgini vóru eftir seinasta norðurlendska fundin við telduposti 15. mai 2002 kunnað um, at reglugerðin er sett í gildi í hinum norðanlondunum.
Av tí at reglugerðin er sett í gildi í Danmark, merkir hetta sostatt, at svimjarar, sum svimja til FM koma undir hesa reglugerð, tá teir fara aftur til Danmarkar at svimja.
Í sama telduposti varð boðað frá, at reglugerðin verður nú føroyiskað og verður løgd fyri fyrst komandi aðalfund.
Hetta merkir, at luttøkutreytirnar til FM í ár eru óbroyttar í mun til undanfarin ár.