Myndugleikarnir í Avstralia hava sent fýra flogfør á leiðina, har fylgisveinamyndir hava staðfest tveir lutir, sum kunnu vera av tí malaysiska flogfarinum, sum hvarv tann 8. mars.
John Young hjá avstralska flogvápninum segði á tíðindafundi í morgun, at fylgisveinamyndirnar eru so sannførandi, at myndugleikarnir gera alt fyri at finna lutirnar. Hann gjørdi tó vart við, at økið er stórt, og veðrið vánaligt har á leiðini. Tað kann eisini gerast trupult at finna vrakið, er tað sokkið har, tí har er rættiliga djúpt.
Lutirnir vórðu særdir góðar 1.200 fjórðingar vestur úr avstralsku strondini. Eru teir av tí malaysiska flogfarinum, merkir tað, at flogfarið hevur snarað eini 180 stig í mun til ta upprunaligu kósina úr Kuala Lumpur til Beijing.
Myndugleikarnir í Malaysia hava boðað avvarandi hjá teimum, sum vóru í flogfarinum, frá, hvat avstraliumenn hava sæð.