Í dag er framsýning í Róðrarneystinum á Argjum, har eitt nú nakrir sera forkunnugir lutir frá Argjahospitalinum eru at síggja umframt hópin av myndum Talan er um kalik og disk av Argjahospitalinum, sum nú hoyrir heima í kirkjuni í Nólsoy. Hesir lutir vórðu seldir til Nólsoyar í 1804. Eisini eru stakarnir, sum standa á altarinum í kapellinum á Landssjúkrahúsinum eisini at síggja. Teir eru eisini frá Agjahospitalinum.
- Harumfarmt hava vit eisini lykilin til Argjahospitalið, sum er í varðveitslu hjá Argefamiljuni á Argjum, og Bíbliuna hjá Andrass Mortansson, sum Hans á Skølti hevur havt í varðveitslu, sigur Eyðun á Borg, fyrireikari.
Á framsýningini hava tey eisini nógvar myndir, bæði nýggjar og gamlar. Tekningar av Argjahosptitalinum og so allar skúlamyndirnar frá Argja skúla.
Framsýningin, sum lat upp leygardagin, er opin frá kl 15 - 20 í dag.