Fríggjakvøldið kl. 20 verður filmurin ?Luther? vístur í Kristnastovu í Keypmannahavn. Fríggjakvøldið 25. januar er samkoma í Kristnastovu kl. 20, har filmurin ?Luther? frá 2003 verður vístur. Filmurin er sera spennandi og vælspældur og snýr seg um Martin Luther, sum stóð á odda fyri siðaskiftinum í 16. øld. Filmurin er 119 minuttir og øll loyvi eru fingin til vega. Kristnastova liggur á Birmavej 36, beint við Metrostatiónina Femøren.