Lutakastið verður klokkan 11

Klokkan 11 er lutakast til fyrsta undanumfar í Champions League. B36 er í pottinum

Tað er nú klokkan 11, at føroysku føroyameistararnir úr B36 finna útav, hvør mótstøðan verður í fyrsta undanumfari í Champions League. Lutakastið verður hildið í Genève í Sveis. Andrass Thomsen, samskipari í B36, er á staðnum sum umboð fyri árstalsfelagið.

 

Hetta eru tey fýra liðini, sum B36 hevur møguleika at trekkja:

 

The New Saints úr Wales

FC Levadia Tallinn úr Estlandi

FC Pyunik úr Armenia 

og FC Santa Coloma úr Andorra

 

 

Tað ber til at stroyma lutakastið á heimasíðuni hjá UEFA. Fylg lutakastinum her, og sum áður nevnt byrjar tað klokkan 11.