Lutakastið: Risarnir møtast áðrenn finaluna

Champions League: Bara eitt av Real Madrid, Chelsea, Bayern Munchen og Manchester City koma í finaluna

Lutakastið til Champions League endaspælið hevur verið í dag. Sermerkt við lutakastinu er, at allir favorittarnir endaðu í somu síðu. Tað vil siga, at bara eitt av Real Madrid, Chelsea, Bayern Munchen og Manchester City koma í finaluna.

 

Real Madrid og Chelsea møtast aftur, eins og í fjør, tá Real Madrid vann. Í hini fjórðingsfinaluni møtast Bayern Munchen og Manchester City. Vinnararnir av hesum fjórðingsfinalunum møtast í hálvfinalinum.

 

Var lutakastið ein marra fyri onkur av teimum stóru, so var hetta dagur í viku hjá italsku feløgunum. AC Milan og Napoli møtast, meðan Inter Milan fekk Benfica. Eitt av hesum kemur í finaluna og tað er stórt fyri øll hesi fýra.

 

Fjórðingsfinalurnar verða 9. og 10. apríl, og 18. og 19. apríl.

 

Champions League 1/4 finalur:

 

Real Madrid – Chelsea

 

Bayern Munchen – Manchester City

 

AC Milan – Napoli

 

Inter Milan - Benfica