Lutakastið til fjórðingsfinalurnar

Tað er skjótt 34 ár síðani Manchester City vann eina finalu. Lutakastið til fjórðingsfinalurnar gav teimum Chelsea á útivølli - um teir vinna á Stoke væl at merkja

Fótbóltur

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar í FA Cup hevur akkurát verið. Chelsea skal á heimavølli spæla móti vinnarinum av Stoke og Manchester City. Fulham møtir vinnarinum av Tottenham og Bolton. Vinnarin av WBA og Reading skal á heimavølli taka ímóti vinnarinum av Aston Villa og Crystal Palace. Portsmouth, sum siglir tungt í Premier League og kempar fyri ikki at fara á heysin, skal heima á Fratton Park møta Birmingham.
Lutakastið kom illa við hjá Manchester City, sum ætlaði at hetta skuldi verða árið, tá teir enduliga sloppu at spæla á Wembley aftur, og ikki minst sleppa at smakka smakkin av at vinna gull. Nú skulu teir fyrst vitja á Britannia Stadium, har Stoke millum annað hevur sent Arsenal úr FA Cup. Um teir vinna har, skulu teir á Stamford Bridge møta Chelsea, sum eru verandi vinnarnir av FA Cup steypinum.
Umdystirnir verða spældir 24. februar, meðan fjórðingsfinalurnar verða 6. mars.

Lutakastið í FA Cup sær soleiðis út:
Chelsea v Man City/Stoke City;
Fulham v Bolton/Tottenham;
Reading/West Brom v Crystal Palace/Aston Villa;
Portsmouth v Birmingham City.