Leygardagin skipar Giza Hoyvík fyri innandura FM í fótbólti fyri bæði kvinnur og menn.
Kappingin fer fram í Hoyvíkshøllini. Fyriskiparnir ætla at stroyma kappingina við viðmerkjarum, eins og stadionspeakari og ljóðblandari verða til staðar at seta lív í fjøldina. Børn sleppa ókeypis inn at hyggja, meðan tey vaksnu skulu gjalda 20kr. Hesin peningurin fer til innsavningina hjá D12 í Giza Hoyvík, sum í summar skal luttaka í Dana Cup kappingini.
Klokkan 16.10 seinnapartin í dag vitjar formaðurin í Giza Hoyvík sendingina "Fótbóltspanelið" á Rás2, har hann fer at greiða frá kappingini.
Eisini verður lutakastið avgreitt til teir ymisku bólkarnar í beinleiðis sendingini á Rás2.










