Lutakast til fjórðingsfinalurnar

Hesi møtast í fjórðingsfinaluni í Champions League

Lutakast hevur verið til fjórðingsfinalurnar í Champions League. Tað eru ongar avmarkingar í lutakastinum, so øll kunnu møta øllum.

 

Real Madrid og Bayern Munchen munnu helst hava fingið besta lutakastið, tí tey møta ávikavist Wolfsburg og Benfica, sum eru styrkismett sum tey veikastu av teimum átta, sum eru eftir.

 

Verandi vinnararnir, FC Barcelona, møta landsmonnunum úr Atletico Madrid, meðan tað verður oljukríggj millum PSG og Manchetser City, sum bæði eru fíggjaði við oljumilliardum úr miðeystri.

 

Fyrru fjórðingsfinalurnar verða spældar 5. og 6. apríl, meðan seinnu dystirnir verða 12. og 13 apríl.

 

Lutakastið:

Wolfsburg - Real Madrid

Bayern München - Benfica

Barcelona - Atletico Madrid

PSG - Manchester City