Lutakast til EM 2016

Í gjár var lutakast um, hvussu bólkarnir verða skipaðir í undankappingini til EM í manshondbólti í 2016, sum verður í Póllandi.

Lutakastið skipaði bólkarnar soleiðis: 

 

Bólkur 1:

Kroatia, Noreg, Holland, Turkaland.
Bólkur 2: Danmark, Hvítarussland, Litava, Bosnía og Hersegovina
Bólkur 3: Slovenia, Svøríki, Slovakia, Letland
Bólkur 4: Serbia, Ísland, Montenegro, Ísrael
Bólkur 5: Ungarn, Russland, Portugal, Ukraina
Bólkur 6: Frakland, Makedonía, Kekkia, Sveis
Bólkur 7: Spania, Týskland, Eysturríki, Finnland 

 

Tann seinasta EM-kappingin hjá monnum var í Danmark í januar. Í finaluni møttust Danmark og Frakland, og ta finaluna vunnu fransmenn so ruddiliga sum 41-32.