Lutakast hevur verið til EM-undankappingarnar hjá føroysku U17 og U19 landsliðunum hjá dreingjum. Ikki kann sigast, enn at serliga U17-landsliðið av álvara sleppur at royna seg. Teir eru komnir í bólk saman við so sterkum tjóðum sum Týsklandi og Portugál, men møguleiki eigur eisini at verða fyri stigum, tí fjórða landið í bólkinum er San Marino.
U19 -landsliðið er komið í bólk saman við Belgia, Svøríki og Ungarn. Tá ið U19-kapping var í Føroyum fyrr í heyst, vóru føroyingarnir eisini í bólki saman við Ungarn, sum tá vann bólkin.