Nógv bendir á, at Jóanis Lisberg verður borgarstjóri í Fámjin. Hann er í øllum førum vorðin toppskorari í Fámjin, við 22 atkvøðum.
Afturat honum í bygdaráðið eru komin Arnbjørn Ingi Kjærbo í Smiðjuni við 18 atkvøðum. Seinasta plássið fór til Arna Henry Nielsen, sum við lutakasti vann á sitandi borgarstjóra, Eyðdis Ellendersen. Tey fingu bæði 11 atkvøður.
Seinasta valevni, Niels Michael Jacobsen, fekk átta atkvøður.
Bygdaráðið í Fámjin er annars minkað úr fimm niður í tríggjar limir. Allir tríggir, sum blivu valdir í kvøld, hava sitið í bygdaráðnum seinastu setuna. Saman við borgarstjóranum fall Lisbeth Jacobsen eisini, sum ikki stillaði upp.










