Lusia livdi eitt vandamikið lív

Á nátt fór hon við mati til tey kristnu í katakombunum. Fyri at finna veg í myrkrinum, bant hon ein krans um høvdið og setti ljós í hann. Lusia livdi eitt vanamikið lív. Sá onkur hana, fór hon vissuliga at vera dømd til deyða

13. desember og tað er dagur Lusiu. Óvist er, um søgan um Lusiu er sonn, men í lærarabókini til bókaheildina ‘Vinir mínir og eg - kristni 3’ stendur: Ein av útlendsku siðunum, sum í dag er rættiliga vanligur á jólum, er Lusiagongd. Tá lata gentur seg í hvít klæði og binda silkiband um miðjuna. Fremst gongur Lusia við ljóskransi á høvdinum, og aftan fyri hana ganga børn við ljósi í hondini og syngja.

Hesin siður kemur frá Lusiadegnum, sum er 13. desember. Til um mið 18. øld var 13. desember hildin at vera stytsti dagur. Dagurin varð hátíðarhildin við ljósi myrkastu tíðina á árinum. Hetta var samstundis eisini tíðin, tá ið fór at ganga móti ljósari tíðum. Dagurin verður í dag hildin í fleiri kirkjum, samkomuhúsum, barnagørðum og skúlum.

Halgisøgan um Lusiu byrjar í ár 283 í býnum Syrakus á Sisilia.

 Lusia varð fødd inn í eina ríka og væl umtókta familju, og framtíðin sá bjørt út. Lusia var fødd í Sisilia, og tá kundu tey ikki siga, at tey vóru kristin. Um ein kristin varð klagaður til myndugleikarnar, fingu tey fyrst møguleika at ofta til keisaran, men noktaðu tey, vóru tey pínd og síðani avrættað.

Tí livdu fleiri kristin í loyndum. Tey goymdu trúgv sína ella fjaldu seg í katakombunum, Tá hevði tað stóran týdning, at tey vistu, hvønn tey kundu hava álit á, so tey kundu hjálpa øðrum kristnum og sjálvi verða hjálpt.

Lusia var ein av teimum, sum hjálpti. Á nátt fór hon við mati til tey kristnu í katakombunum. Fyri at finna veg í myrkrinum, bant hon ein krans um høvdið og setti ljós í hann. Lusia livdi eitt vanamikið lív. Sá onkur hana, fór hon vissuliga at vera dømd til deyða... seinni varð hon dømd til deyða, tí drongurin, sum hon ikki vildi giftast við, klagaði hana.

Hoyr vakra lagið Santa Lusia borið fram av kvinnukórinum Suð - og døtur teirra - úr Klaksvík.

Fyrsta ørindi syngur 6 ára gamla Rósa Fonn, dóttir Unnur og Theodor Fonn, solo. 

Upptøkan er frá 13. desember 2018 á konsert í Spinnarínum í Klaksvík. 

Ljóð: Erik Biskopstø, video og klipt: Ólavur Wolles. 

##med2##