Lúsaplága og avgjøld

Lúsaplágan hóttir av álvara alivinnuna í løtuni - og avgjøldini hækka

ALIVNNAN:  Alivinnan hevur saman við makrelinum verið sólskinssøgur í føroyska búskapinum seinastu árini.

 

Alivinnan hevur ment seg væl og prísurin á aldum laksi hevur verið sera góður seinastu árini. Hepni og dugnaskapur hevur eisini gjørt, at vinnan er sloppin undan ógvusligum sjúkuálopum.

 

Men júst nú sær vinnan myrk skýggj fyri framman.

 

Nýggja samgongan hevur lagt eitt nýtt gjald á vinnuna, sum ger at vinnan ikki skal gjalda fyri vinningin, men skal gjalda eitt ávíst gjald fyri at taka alifiskin. Tað vil siga, at ein eyka skattur verður algdur á vinnuna - uttan mun til um hon forvinnur pening.

 

Júst nú er hetta ikki ein trupulleiki, men broytast  marknaðarprísirnir, so fer hetta at ávirka kappingarføri hjá føroysku alivinnuni, sigur vinnan sjálv

 

Ein annar trupulleiki er lúsaplágan.

 

Ongantíð fyrr hevur føroyska alivinnan verið so illa plága av lús. Kemisku evnini, sum vanliga eru nýtt móti lúsapláguni, tykjast ikki virka lognur - hvørki í føroysku alingini ellla í alingini aðrastaðni.

 

Í Suðuroy hevur Faroe Farming fingið boð um at taka allan laksin, tí fiskurin har hevur lús, sum er meira enn kunngerðirnar loyva. Hetta hevur stóra ávirkan á viðurskiftini hjá felagnum og ikki minni fyri starvsfólkini hjá felagnum, sum eftir hálvan februar verða send til hús í minst eitt hálvt ár.

 

Fleiri alirøkir eru hart rakt av lús í løtuni og alifeløgini arbeiða av allari kraft fyri at sleppa burturúr lúsapláguni, men tað er óemtaliga torført júst nú.

 

Tá ið nú ikki kemisku evnini virka, so verða alternativar metodur brúktar at basa lúsini. Nýggja brunnskipið Hans á Bakka hevur avlúsað við at hava lasin í feskvatni og hjá Luna hava tey roynt við rognkelsi og við einari nýggjari skipan, sum eisini drepur lúsina.

 

Hesar royndirnar hava víst góð úrslit, men fyri samlaðu lúsapláguna hevur hetta ikki enn havt nakra ávirkan. Samlaða lúsatalið er methøgt.

 

Myndugleiakrnir eru vitandi um støðuna, men tað tyksit torført hjá miðlunum at fáa tøl frá myndugleikunum um hvussu støðan er.

 

Einasta sum kann staðfestast er, at føroyska alingin hevur ein risatrupulleika, sum má loysast nú.