Búskaparfrágreiðing
Hann er ikki ósamdur í metingini hjá danska Tjóðbankanum, har tað verður staðfest, at føroyski búskapurin í løtuni hevur tað gott.
- Nú havi eg ikki nærlisið frágreiðingina, men sum heild haldi eg, at tað hevur gingist væl seinnu árini. Einsta staðni eru fløskuhálsar tó at síggja við vantandi arbeiðsmegi, men sum heild er talan ikki um nakran ovurstóran trupulleika.
- Men tað kundi kanska verið ynskiligt, at vit megnaðu at fáa fleiri av teimum, sum arbeiða uttan fyri landoddarnar aftur til Føroya. Í hesum førinum eru tað tó vanliga útboð og eftirspurningur, sum stýra marknaðinum, og vit fáa so at síggja, hvussu hesar fara at ávirka tann spurningin.
Sum nevnt aðrastaðni á síðuni, so finast Tjóðbankin tó at føroyska fiskivinnupolitikkinum, sum verður skírdur stuttskygdur. Eitt skoðsmál, sum Sigurd Poulsen ikki er heilt ósamdur í, tó at hann ikki vil gera nakra greiða niðurstøðu. Hvørki í aktuella spurninginum, ella í politiska kjakinum, sum hevur stungið seg upp í kjalarvørrinum á stovnsmetingunum og tilráðingunum annars frá Fiskirannsóknarstovuni.
- Tað er eingin sum helst ivi um, at politikkarar lurta eftir tí, sum sagt verður. Spurningurin er tó samstundis, hvørt lurta verður meira eftir langtíðar tilmælunum ella eftir bráðfeingis trupulleikunum, sum eru í ymsu pørtunum av vinnuni.
- Sum búskaparfrøðingur vil tilmælið sjálvandi altíð vera at fygja tí, sum í longdini gevur besta avkastið til samfelagið. Hinvegin er tað trupult hjá politikkarum at avvísa akuttar trupulleikar, og tí er tað støðugt so, at ein javnvág skal finnast millum hesi, heldur Sigurd Poulsen.