Lurta í kvirruni

Lurta í kvirruni -
tey sum her vóru og frá okkum fóru,
viðhvørt tey tykjast so fjar og so brádliga ein morgun
aftur so nær, tætt..tætt.

Ein kann hoyra ta vælkendu røddina
tann unga glaða, tann eldra milda - enn so gevandi.
Kanska tá ið ein mest hevur brúk fyri tí, ella kanska
bara ein blíð heilsan.
Lurta væl og tey eru nær.

-----
A. E. Kálvalíð