Í næsta mánaði gevur Kim Larsen útgávuna ”Øst for Vesterled” út. Hetta er fyrst útgávan hjá danska tjóðarskaldinum í fimm ár.
Kim Larsen hevur arbeitt við útgávuni seinastu tvey árini, og nú er fyrsti sangurin av útgávuni latin almenninginum. Tað er sangurin ”Nostalgi”, sum Kim Larsen & Kjukken hava gjørt eina video til. Nýggja útgávan hjá Kim Larsen kemur 7. apríl. Trýst á pílin í myndini omanfyri fyri at hoyra – og síggja – nýggja sangin.