Lurta eftir Rás2-sending úr Klaksvík

Lutakast til Klaksvíkskappingina, avdúking av høvuðsnavni á Summar Festivalinum og Torradagar

Hvønn týsdag sendir Rás2 úr Klaksvík, og í sendingini hesa vikuna var millum annað tosað um Torradagar, serligt harukvøld á Viðareiði, og eitt av høvuðsnøvnunum á Summar Festivalinum var avdúkað.

Sendingin endaði við lutakasti til Klaksvíkskappingina í fótbólti, sum verður um vikuskiftið.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr sendingina úr Klaksvík.