Lurtað eftir 200 á netinum

Heimasíðan hjá Føroya best dámda punkbólki 200 er undir støðugari menning, og nú ber eisini til at hoyra tónleikin hjá bólkinum á alnetinum. 200 hava lagt løg av báðum fløgunum hjá bólkinum, á heimasíðuna, har tú heilt ókeypis, kann syngja við til m.a.Musclemanblað, Sig ikki nei Kaj og Skitni Kartni.

Eisini eru myndasøvn, tíðindi og møguleiki fyri at downloada nógv ymisk teldutapet við 200 og pappmasjefokkjúfingrinum. Elskar ella hatar tú 200, er somuleiðis ein gestabók, har tú kanst fortelja teimum um kenslurnar.
Alt í alt ein heimasíða, ið gerst alsamt snøggari, vitja hana á www.tveyhundrad.net