Lupu á norskt skip

Eitt norskt skip varð í nátt álopið úti fyri strondini í vesturafrikanska landinum Nigeria. Sjórænararnir skutu eftir skipinum Viking Forcados stutt eftir klokkan trý í nátt, og tað eydnaðist teimum eisini at taka seg umborð á skipið. Seinni boðaði norska vaktartænastan tó frá, at sjórænararnir vóru farnir av skipinum. Sagt varð, at skipið var á veg út í tryggari sjógv, og at øll manningin hevði tað gott. 52 fólk eru við Viking Forcados, harav nakrir norðmenn. Tað er ikki vanligt, at sjórænarar søkja at skipum við vesturafrikonsku strondina. Tey flestu álopini hava verið í somaliskum sjógvi.