Lupu á bláman

Eingin vandi var á ferð, men tað sá eitt sindur ógvusligt út, tá ið 6?mannaførini við monnum komu á mál í Sandavági, ella kanska gjørdu landgongd, sum tað sá út.
Manningarnar royndu at fáa sum frægast burturúr, tá ið tær vóru á aldukambinum. Tá varð spurtað so nógv, sum tað bar til. Tað var stutt av endamálinum og inn á sandin. Menninir umborð á Lómi, 6?mannafarinum hjá Argja Róðrarfelag, spentu í, tá ið teir stutt frá málinum vóru á aldukambi, og áðrenn teir vistu av, var skúmandi sjógvur kring teir.
Tað sá eitt sindur ógvusligt út, tá ið tveir av manningini lupu fyri borð fyri at fáa bátin leysan aftur. Men har var eingin vandi á ferð.