Sosialurin rundar í hesum døgum 80 ár. Síðani 1983 hevur Jan Muller verið blaðstjóri á blaðnum, og vit hava sett honum nakrar spurningar á føðingardegnum.
Hvar er Sosialurin í føroyska fjølmiðlaheiminum, nú blaðið fyllir 80 ár?
- Vit hava verið fyri stórari menning seinnu árini, og vit eru stoltir av, at Sosialurin er blivin til fremsta blað í Føroyum. Tað hevur merkt blaðið øll árini, at fólk hava gjørt eitt stórt arbeiði á blaðnum – líka frá teimum, sum stovnaðu blaðið, til tey, sum arbeiða á blaðnum í dag.
- Tað hevur verið avgerandi fyri Sosialin, at fólk nóg tíðliga sóu, at tað bar ikki til at halda fram sum eitt partapolitiskt blað. Rundan um okkum var blaðdeyði millum politisku bløðini, og tað var í tøkum tíma, at fólk á Sosialinum sóu skriftina á vegginum og løgdu á annan bógv.
- Sosialurin fekk sær útbúnar journalistar og er við tíðini blivið eitt tíðindablað fyri allar føroyingar. Í fjør varð stigið tikið fult út, og Javnaðarflokkurin seldi blaðið til starvsfólk og onnur áhuga. Nú eru lunnar lagdir undir eina spennandi framtíð.
Hvør hevur verið tann størsta broytingin á blaðnum hesi árini?
- Tað er nógv hent á Sosialinum, síðani blaðið kom út fyrstu ferð fyri 80 árum síðani, og tilgongdin til tað, sum blaðið er blivið í dag, byrjaði longu í 70’unum. Tað var eitt stórt framstig fyri Sosialin, tá ið blaðið í 1982 flutti út á Argir og fekk egna prentsmiðju í kjallaranum, so at blaðið kundi koma oftari út.
- Síðani hevur útviklingurin verið støðugur. Í 1990 fór Sosialurin undir at geva fimm bløð út um vikuna. Alsamt størri dentur hevur verið lagdur at skriva tíðindi úr øllum landinum, ítrótturin hevur verið eitt kjarnuøki hjá blaðnum, og í 2005 flutti Sosialurin í Miðlahúsið í Vágsbotni. Tað hevur eisini verið eitt framstig, at Sosialurin og Dimmalætting eru farin at samstarva um prent av bløðum – nakað sum leingi var púra óhugsandi.
- Sosialurin hevur fleiri ferðir rent seg í avmarkingar á ymsum øki, men avmarkingar hava ofta við sær, at fólk hugsa enn meira kreativt, spenna seg út og vísa størri vilja til at koma víðari.
Góður og minni góður
Hvat er Sosialurin góður til?
- Sosialurin er eitt blað fyri allar føroyingar, og eg haldi, at vit hava verið góðir til at gjørt eitt fjølbroytt blað. Vit koma víða, skriva um øll hugsandi mál og viðurskifti, og vit hava í nógv ár lagt dent á at koma út um landið eisini. Sosialurin hevur dugað at fylgt útviklinginum, tikið nýggjar tættir upp og gjørt eitt gott blað til fólkið.
Hvat er Sosialurin ikki góður til?
- Seinastu 10 árini hava vit gjørt sera nógv tekniskar útbyggingar, og tað hevur kravt nógva orku og pengar. Tað hevur havt við sær, at vit ikki hava verið nóg góð til at dekka ymisk øki – til dømis politikk og samfelagsmál. Kanska hevur ein orsøk til hetta verið, at blaðið hevur skrivað minni um politikk, tí at blaðið so gjarna hevur vilja gjørt seg leyst av Javnaðarflokkinum.
- Vit ætla at brúka meira orku til innihaldið av Sosialinum næstu tíðina, og tað skulu vit millum annað gera við at styrkja dekningin av týðandi politiskum og samfelagsligum málum.
- Sosialurin hevur verið sum ein rakett í trinum. Vit hava roynt at lagt eitt grundarlag við góðum arbeiðsumstøðum hjá folki, góðum amboðum og tøkniligari útbygging. Nú er tíðin komin til at menna onnur øki á blaðnum.
Besta ár nakrantíð í fjør
Er Sosialurin blivin ov kommersiellur sum blað?
- Tað er umráðandi, at fólk skilja ímillum ein privatan fjølmiðlin og almennu miðlarnar, sum ikki nýtast at hugsa um inntøkur. Almennu miðlarnir fáa sínar pengar við lógarásettum lisensi, meðan bløðini ikki fáa eitt oyra í stuðli frá nøkrum. Tí má Sosialurin skaffa sær inntøkur fyri at verða til.
- Høvdu fólk á Sosialinum ikki dugað so væl at rikið forrætning og dugað so væl at gjørt bløð, so hevði eingin Sosialur verið til, og tí skulu vit ansa eftir, at vit ikki gera tað suspekt, at Sosialurin hevur inntøkur av lýsingum og øðrum. Vit høvdu okkara besta ár nakrantíð í fjør, og hóast úrslitið ikki er gjørt upp endaliga enn, rokna vit við einum avlopi á tríggjar milliónir krónur. Hetta er úrslitið av góðum teamwork á øllum deildunum á blaðnum.
Hevur Sosialurin veruliga klárað at slitið seg leysan av Javnaðarflokkinum?
- Tað hevur verið ein útviklingur gjøgnum nógv ár, at leiðslan á blaðnum hevur fingið frið at gera blaðið og hevur ment blaðið til eitt tíðindablað. Illgrunin hevur tó altíð verið millum summi fólk um, at samband var millum Javnaðarflokkin og Sosialin, tí Javnaðarflokkurin átti blaðið. Í fjør varð seinasta stigið tikið, og Sosialurin kundi sum næstan 80 ára gamal klippa nalvastreingin til Javnaðarflokkin.
- Vit á blaðnum hava ongantíð ivast í, at Sosialurin skuldi verða eitt tíðindablað, og vit hava fingið møguleika at gera hetta – eisini meðan Javnaðarflokkurin átti blaðið. Um nakar sum helst ivi er eftir um samband millum Sosialin og ávísan flokk, so skal tað fáast av vegnum næstu árini. Vit ætla ikki at lýsa okkum óheft – vit ætla at vísa tað í verki.
Stórir møguleikar
Hvat verður framtíðin hjá Sosialinum?
- Blaðið Sosialurin er nú ein partur av einum miðlahúsi, har vit arbeiða við nógvum ymiskum miðlum. Blaðið er framvegis okkara kjarnuøki, men vit hava seinnu árini upplivað eina eksplosiva framgongd á internetinum. Sosialurin gekk undan við at fáa sær eina heimasíðu fyri 10 árum síðani, og í dag framleiða vit tilfarið til tríggjar av teimum bestu umtóktu heimasíðunum í landinum.
- Olivant er mest vitjaða heimasíðan á føroyskum, og útlendingar trúgva okkum nóg illa, tá ið vit greiða teimum frá, at vit hava yvir 40.000 vitjandi hvørja viku.
- Sosialurin hevur eisini framleitt sjónvarpstilfar til netið, og herfyri keyptu vit Studio Pegasus. Tað hava vit gjørt, tí vit hava ásannað, at spennandi møguleikar eru á loftmiðlaøkinum, og í løtuni kanna vit ymsar møguleikar við framleiðslu í Studio Pegasus. Vit hava eisini fingið okkum eina kiosk á internetinum, har tað frameftir fer at bera til at keypa eina pdf-útgávu av Sosialinum.
- Sosialurin er blivið fólksins blað, og vit ætla at halda fram við menningini av blaðnum og øllum hinum miðlunum næstu árini. Møguleikarnir eru óteljandi, og starvsfólkið á Sosialinum hevur ferð eftir ferð víst, at tað dugir at brúka nýggju møguleikarnar og gjøgnumfør nýggj og spennandi hugskot. Tað skal eisini næstu árini eyðkenna Sosialin.
Fakta
Eftir ein fíggjarliga umskipan í 1993 varð Sosialurin liðaður sundur í tvey feløg. Sp/f Sosialurin og Sp/f Húsið, sum bæði vóru 100% ogn hjá Føroya Javnaðarflokki fram til í fjør.
P/F Miðlafelagið, sum leiðsla og starvsfólk á Sosialinum eiga, keypti tá 66% av partapeninginum í feløgunum, og Føroya Tele keypti hini 34%. Eitt ognarlutfall, sum framvegis er galdandi.
Sp/f Húsið eigur 34% av partapeninginum í P/F Prentmiðstøðini, har P/F Dimmalætting eigur hini 66%. Hartil eigur Sp/f Húsið nýstovnaða dótturfelagið, P/F Miðlavarpið.
Jan um dulnevnd lesarabrøv
Tað eru liðin júst 10 ár, síðani vit steðgaðu teimum dulnevndu lesarabrøvunum í blaðnum, og tað var ein røtt avgerð. Tey kunnu teljast á einari hond, sum hava verið misnøgd við hesa avgerð. Síðani er talið á teimum, sum skriva lesarabrøv, nógv vaksið, og kjakið er blivið meira seriøst av tí sama. Fólk vilja gjarna seta sítt navn undir sínar meiningar.
Jan um forsíðusøgur
Forsíðan er diamanturin í krúnuni. Øll blaðfólk og øll bløð vilja hava eina góða forsíðusøgu, og hesar søgur eru við til at selja blaðið. Ein partur av okkara sølu er í leysasølu í handlum, og tá er umráðandi at hava eina góða forsíðu, sum fær fólk at keypa blaðið.
Jan um lýsingar
Ein stórur partur av tilverugrundarlagnum hjá einum blaði eru lýsingarnar. Tað er hugaligt at síggja, hvussu professionellar føroysku lýsingastovurnar eru blivnar. Vøksturin í lýsingum hevur fylgt framgongdini hjá Sosialinum seinastu árini. Blaðið er blivið betur, fleiri lesa blaðið, og fleiri vilja lýsa í tí – tað hongur saman.
Jan um myndir
Tann rætta myndin á rætta stað til røttu tíðina er at meta sum sál og likam, og ein slík mynd er verd meira enn 1000 orð. Sosialurin var fyrsta blað í Føroyum, sum setti ein myndamann burturav, og tað varð mett sum ein stórhending. Vit gjørdu hetta fyri meira enn 20 árum síðani, tí vit ásannaðu týdningin, sum myndirnar hava fyri blaðið.