Eftir næstan ikki at hava sæð ternu seinastu mongu árini, er hon veruliga komin fyri seg aftur í ár.
Ternan hevur nærum verið útdeyð í landinum seinastu mongu árini. Tað hevur so at siga ikki verið ei einasta terna at sæð, og harvið heldur eingin ternuungi.
Tað var næstan ikki gangandi norður á Boðan fyri fleiri árum síðani fyri ternum, men seinastu árini hevur verið deyðastilt.
Inntil í ár.
Nú er ternan koin aftur og hennara serkenda ljóð ávarar menniskju um, ikki at verða ov nærgangandi.
Eisini við lundanum er sama skilið. Tað hevur næstan ikki verið sildberi at sæð í mong ár á rað, men í ár hevur verið nógvur sildberi.
Men tað tykist, sum lundin hevur spjeitt seg ógvuliga nógv í ár, hvat viðvíkur at leggja egg. Fyrstu pisurnar vórðu klaktar sum vant, meðan tú sást sildberar við smáari nebbasild um ólavsøkutíð, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Undir øllum umstøúm er gleðiligt at síggja, at sildberin aftur í ár eru vorðnir fleiri