Lundin friðast sum skjótast

Nú skal Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, greiða Løgtinginum frá, um hann ætlar at seta nøkur tiltøk í verk fyri at friða lundan.

Tað er Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur spurt hann, hvat hann ætlar við lundanum.

Tí spyr hon Jákup Mikkelsen um hann heldur, at lundin yvirhøvur tolir at verða veiddur ella um hann ætlar at friða hann, ella í minsta lagi, avmarka veiðina, til stovnurin er komin fyri seg aftur.

- Í nøkur ár hevur verið greitt, at lundastovnurin er í stórari afturgongd. Tað er ikki veiða sum er orsøkin, men tá ið eingin tilgongd er, minkar stovnurin, hvørja ferð ein fuglur verður veiddur, staðfestir Bjørt Samuelsen.

Hon leggur afturat, at fuglafrøðingar siga, at eingin lundi komin undan seinastu sjey árini ella so.

Tingkvinnan vísir eisini til veiðihagtøl hjá fuglafrøðingunum, Bergi Olsen og Jens-Kjeld, sum vísa, at í 2010 vórðu bara 339 lundar veiddir.

Og veiðan er sera nógv minkað seinastu árini. Ár 2000 var eitt lutfalsliga gott ár fyri lundaveiðu, tá út við 100.000 lundar vórðu fleygaðir, men fara vit aftur í tíðina til 1940, var veiðan oman fyri 150.000 lundar og í ár 1900 oman fyri 200.000 lundar.

- Seinastu árini tykist gongdin skeiva vegin at ganga óhugnaliga skjótt.

Fuglafrøðingarnir staðfesta, at tað er ikki ovurveiða, sum er orsøkin til minkingina, men føðitrot og teir halda, at tað er alneyðugt at avmarka veiðuna tey næstu árini.

Tað kunnu skjótt koma ár, har meira føði verður, og nógvur fuglur verður at

fleyga, men so verður tað bert búfuglur, ið verður fleygaður, tí ongar pisur eru komnar

undan seinastu árini.

Tað verður ofta sagt, at fleygingastongin bert tekur ungfugl, og at sildberar ikki verða tiknir.

- Hetta er partvís rætt, men ein onnur kanning hjá okkum vísir, at sjálvt tey

góðu árini um ár 2000, var helvtin av teimum fleygaðu lundunum gamal fuglur og tey ringu árini var næstan alt gamal fuglur. So hóast sildberar ikki verða tiknir, verður kortini nógvur búfuglur tikin við stong, staðfesta fuglaførðingarnir.