Lundaveiða og makrelur

Eg læs nú ein dagin á netinum, at ætlanin er at friða lundan, tí at tað í fjør bert vóru veiddir 339 lundar í Føroyum.

Sum tey flestu nokk vita, so er tað vantandi føði hjá lundanum sum er trupuleikin . At nakrir fáir lundar verða veiddir um árið hevur einki við minkandi lundastovnin at gera.?Makrelurin sum kemur inn í føroyaskan sjógv í mai mánaði, etur alt sum fyri er, harvið eisini nebbasildina sum lundin vanliga livur av.?Tað sigur seg sjálvt, at tað skal nógv nebbasild og annar smáfiskur til at føða fleiri hundrað túsund tons av makreli sum svimja runt um oyggjarnar frá mai til septembur.?Hesi seinnu árini hevur alt havið vestanfyri kókað av nebbasild frá mars til síðst í juni mánað.?Toskurin hevur verið fullur av nebbasild, og svartfuglurin er nóg illa sloppin á flog, so mettur hevur hann verið av nebbasild.?Men tá so juli mánaði er komin, og lundin skal byrja at føða pisurnar, tá er nebbasildin vekk og nærum eingin pisa kemur undan. Hettar kann man uttan iva takka makrelinum fyri.?Nú ið Jacob Vestergaard hevur givið nótaskipunum loyvi at fiska 150.000 tons av makreli um árið, so fær hann tvær flugur við eitt smekk. Inntøkan til landskassan fer at økjast rættuliga nógv av øllum makrelunum sum kemur upp á land, og lundin fær vónandi aftur sín part av nebbasildini, av tí at royndin eftir makreli fer at økjast munandi í framtíðini.?Tey plássini runt um í Føroyum, sum hava við lundafleyggj at gera, eru langt síðani farin í gongd við at avmarka lundaveiðuna.?Lundin hevur td. verið friðaður bæði í Nólsoy og Tindhólmi í fleiri ár. Í Mykinesi var bert loyvt at fleyga lundar 4 tímar um dagin í 3 vikur í fjør. Hartil mátti bara fleygast 20 lundar upp á gyllina. Hettar ger at veiðan eftir lunda verður ógvuliga avmarkað. ?Úti í Lamba í Mykinesi, sum er størsta lundaplássið í Føroyum búgva ca. 100.000 pør. Har var rættuliga nógvur lundi at síggja onkrar dagar í fjør. Serliga tann eina dagin fyrst í august mánaði. Har var lundi á sjónum, á landi og í luftini so langt eyga rakk. Lundin er til, men trupulleikin er, at hann rýmir til havs at leita eftir føði, og kemur bert onkuntíð til lands aftur at venda í nakrar dagar, og er so vekk aftur í fleiri dagar.?Eg ivist ikki í, at lundin aftur fer at síggjast við nebbasild í nevinum, tá ið nótaskipini hava fiskað makrel í eina tíð. ?Um lundin verður friðaður við lóg, ja so kunnu tað ganga nógv ár til tann lógin verður broytt aftur, og tað vildi verið harmuligt, um eingin slapp at fáa sær eitt kók av lunda aftur tey komandi nógvu árini.